Um 4 fólk standa á hvørjum fermetri, tvs. at hvørt fólk hevur 50 x 50 cm at standa á, er tað í Føroyum pláss fyri: 4 fólk/m² x 1.399.000.000 m² = 5,6 mia. fólk.
Í 1994 var fólkatalið í heiminum komið upp á 5,6 mia., so til tá hevði verið pláss. Fólkatalið í heiminum veksur árliga við 78 mió., svarandi til fólkatalið í Týsklandi.
Tann 12. okt. 1999 var fólkatalið í heiminum 6,0 mia., so tá hevði tað verið heldur trongligt í Føroyum.
Fólkatalið í heiminum júst nú.
Flaggdagur 2000 (Mynd: Stein Fossá)
Um hesar 6 mia. tóku saman lógvatak (= 1 metur), so høvdu tey rokkið:
6 mia. fólk x 1m / 40 mió. m = 150 ferðir runt jørðina.
Hvørt ár veksur fólkatalið í heiminum svarandi til:
78 mió. / 40 mió. = 2 ferðir runt jørðina.
Um øll í Føroyum tóku saman hendur, hevði longdin verið 47 km. Hetta svarar nøkulunda til longdina á Streymoynni.